Harða orðaskiftið viðgjørt

Harða orðaskiftið viðgjørt
Bretska Undirhúsið hevur í dag viðgjørt tingfundin í gjár, sum var aftaná at Boris Johnson í gjárkvøldið hevði hildið røðu
 
26.09.2019 - 17:01

Røða forsætisráðharrans var tann fyrsta eftir at bretski Hægsirættur hevði dømt tað vera ólógligt, at Boris Johnson hevði sent Parlamentið til hús í fimm vikur - so tætt upp undir 31. oktober, tá limaskapur Bretlands í ES heldur uppat.

Hørðu orðini komu báðu megin frá í Undirhúsinum eftir bonsku røðuna, og andstøðuflokkarnir vilja als ikki góðtaka, at teir við orðum forsætisráðharrans "skulu hava givið seg yvir til ES" - tað vil siga, sum taparar.

 >> SÍ EISINI Biðja Boris leggja frá sær

Tá meinar forsætisráðharrin við samtyktu lógina í Undirhúsinum, áðrenn tað varð koyrt til hús.

Lógin sigur, at forsætisráðharrin skal biðja ES leingja bretska limaskapin, um tað ikki eydnast stjórnini at koma ásamt um eina avtalu, ið skal áseta, hvussu viðurskiftini millum Samveldið og Bretland skulu vera aftaná Brexit.

Formaðurin hevði fremstafingurin uppi

Millum hørðu orðini hevur "landasvik", eisini verið brúkt, og andstøðan sigur um konservativa stjórnarflokkin, at hann við ógvusliga orðavalinum heilt tilvitað - og fyri at fáa undirtøku øsir veljararnar upp ímóti teimum fólkavaldu.

Hetta verður eisini umrøtt í fjølmiðlunum, har eygleiðarar ikki aftra seg við at sammeta framferðarháttin við ta øsing, fasistarnir í Italia, Týsklandi og Spanina pallsettu tríati-árini.

Formaðurin í Undirhúsinum reistist í gjárkvøldið úr sessinum og segði orðalagið vera eitrandi frá báðum síðum.

Nógv verri enn eg nakrantíð áður hevði upplivað tað øll tey árini, eg havi havt sæti tykkara millum, segði John Bercow.

Fáa javnan hóttanir

– Hetta, at øsa veljararnar upp ímóti teimum fólkavaldu, kann fáa álvarsligar avleiðingar, minti John Bercow á.

Hann og fleiri parlamentslimir, sum tóku orðið í Undirhúsinum í gjárkvøldið, søgdu bæði seg og familjur sínar javnan fáa hóttanir í telefonini, á netinum og við posti.

Parlamentslimirnir mintu eisini hvønn annan á, at ein starvsfelagi teirra í Undirhúsinum, Jo Cox, úr Arbeiðaraflokkinum, læt lív, tá ein hatskur maður leyp á hana á gøtuni, meðan valstríð var upp undir fólkaatkvøðuna um Brexit í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227