- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jacques Chirac deyður
Jacques Chirac deyður
Fyrrverandi franski forsetin bleiv 86 ára gamal

26.09.2019 - 11:53
Jacques Chirac var forseti í tvey skeið frá 1995 til 2007. Ein av broytingunum í forsetatíð hansara var, at forsetaskeiðið varð stytt úr sjey niður í fimm ár.
Ein onnur uppaftur størri broyting í forsetatíðini hjá Jacques Chirac var, at franska gjaldoyrað, frankurin, varð skiftur um við evruna.
Uttanríkispolitiskt var Jacques Chirac ímóti, at hernaðarsamgonga við USA á odda, gjørdi innrás í Irak í 2003.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























