Óvist hví laksur slapp

Óvist hví laksur slapp
Løgreglan í Norðhordaland kannar nú, hvat hendi, tá meiri enn 17.000 laksar sluppu út frá sláturvirkinum Brekke í Sognefjorden
Løgreglan í Noregi kannar nú, hví 17.000 laksar sluppu út frá einum sláturvirki í Sognefjorden
Mynd: NRK  
 
27.09.2019 - 09:21

Í fyrstu atløgu vóru boðini, at eini 10.000 laksar, sum vigaðu í miðal beint niðanfyri fýra kilo, vóru sloppnir út frá sláturvirkinum. Fiskimálaráðið broytti seinni talið til 17.200.

Ókent tal av rýmda laksinum er smittaður við virussjúkuni PD, og vandi er fyri, at villlaksur kann verða smittaður av sama virusi.

Álagt eftirlit við 15 áum

Talan er helst um, at skrúvan á einum báti hevur gjørt hol í nótina, og laksurin er sloppin út tann vegin.

Norska fiskimálaráðið skrivar í tíðindaskrivi, at sláturhúsið nú hevur fingið álagt at hava eftirlit við 15 áum, har laksur plagar at koma niðan í.

Alifyritøkan skal eisini taka slopnan laks úr áunum. Higartil eru 3.123 laksar tiknir. Higartil í ár eru umleið 300.000 alilaksar slopnir úr norksum alibrúkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Gudstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209