Skjølini skulu á borðið

Skjølini skulu á borðið
Alt samskiftið millum amerikanska og ukrainska forsetan skal leggjast fram
 
28.09.2019 - 16:54

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, verður nú stevndur eftir skjølum, sum vísa til samskifti og annað, sum Donald Trump hevur havt við ukrainska forsetan, Volodomyr Zelensky.

Í samrøðu biður Donald Trump starvsfelagan úr Ukraina um at finna ringar søgur fram um Hunter Biden, son Joe Biden, sum eisini stillar upp til forsetavalið í USA næsta ár.

Hunter Biden hevur sitið í nevndini í einum ukrainskum gassfelag. Velur Mike Pompeo ikki at veita skjølini, sum biðið verður um, verður tað tulkað sum ein roynd at forða fyri kanningini í málinum.

 >> SÍ EISINI Ríkisrættarmál hóttir Donald Trump

Stevningin er ein liður í tilgongdini at byggja eina ríkisrættarliga sak ímóti Donald Trump.

Donald Trump verður lagdur undir valdsmismisnýtslu við at biða ukrainar leita fram upplýsingar um Hunter Biden og at inndraga ein fremmanda stjórn inn í forsetavalið í USA.

Sjálvur avvísir Donald Trump, at hann skal hava gjørt nakað galið og kallar tilgongdina fyri eina heksajagstran.

Umboðsmannatingið streingir á

Tað er umboðsmannatingið, sum roynir at fáa forsetan fyri ein ríkisrætt. Demokratarnir hava ein meirluta í umboðsmannatinginum og tí er møguligt, at tað fer at eydnast.

Tað tó ósannlíkt, at tað eydnast at fáa forsetan frá alíkavæl, tí í einum ríkisrættarmáli ímóti forsetanum, er umboðsmannatingið ákærin, meðan senatið er nevningating og í senatinum hevur republikanski flokkurin hjá forsetanum meiriluta.

Skal forsetin koyrast frá í einum ríkisrættarmáli, skulu tveir triðingar av teimum 100 senatslimunum atkvøða fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961