Norðurkorea ger fleiri royndarútskjótingar

Norðurkorea ger fleiri royndarútskjótingar
Norðurkorea hevur skotið út í minsta lagi tvær rakettir frá einum kavbáti
Norðurkorea hevur aftur gjørt fleiri royndarútskjótingar. Onnur rakettin kom upp í 910 kilometrar hædd
Mynd: AP  
 
02.10.2019 - 09:46

Hetta hendi bara fáar tímar eftir at Pyongyang segði, at kjarnorkusamráðingarnar við USA verða tiknar uppaftur, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Onnur rakettin kom upp í 910 kilometrar hædd og fleyg 450 kilometrar, hetta er sostatt rakettin, sum er komin longst hetta seinasta árið.

Hava eftirlit við støðuni

Tíðindastovan Yonhap í Suðurkorea sigur, at Norðurkorea kann hava skotið eina undirvatnsrakett í dag.

Vit hava eftirlit við støðuni um so er, at fleiri rakettir verða skotnar út, og vit eru tilreiðar, sigur herleiðslan í Suðurkorea.

Talsmaður fyri japansku stjórnina sigur, at ein rakett varð skrásett í japanskum øki í morgun, og fáar minuttir seinni varð ein onnur rakett skrásett uttanfyri økið.

Japan: Talan er um yvirgang

Hetta er fyrstu ferð síðani spentu støðuna í november 2017, at ein rakett úr Norðurkorea kemur inn í serliga búskaparliga økið í Japan.

Japan sigur hetta vera grovan ágang. Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, sigur, at hetta er greitt brot á ST-samtyktina móti Norðurkorea.

Vit fara at halda fram við samstarvinum við USA og altjóða samfelagið, og vit fara at gera okkara til, at varðveita og verja trygdina hjá okkara fólki, og vera tilbúgving, sigur Abe í dag.

Rakettir við kúlum

Heitt er skip á farleiðini millum Suðurkorea og Japan um at boða japansku sjóverjuni frá, um tey síggja nakað, sum kann hava við norðurkoreiska royndarskjóting at gera. 

Japanskir myngugleikar siga, at rakettirnar hvørki hava rakt skip ella flogfør ella hava havt aðrar avleiðingar fyri landið.

Sambært japanskum miðlum er talan um rakettir við kúlum, sum lendu út fyri Shimane-fylkið nærindis umstríddu oyggjunum í Japanshavi, sum eita Dokdo á koreiskum og Takeshima á japanskum.

Stríðast um oyggjar

Dokdo/Takeshima-oyggjarnar vóru partur av Shimane í Japan frá 1905 til 1952, tá Suðurkorea lýsti økið at vera sítt. Norðurkorea sigur eisini, at oyggjarnar eru koreiskar. 

Japan setti í 2017 fýra loftverju-radarskipanir upp har vesturi í landinum, sum fyrireiking móti møguligum álopi frá Norðurkorea.

Hetta er aftursvar til, at norðurkoreiskir myndugleikar høvdu ávarað um, at teirra rakettir fóru at flúgva yvir eitt nú Shimane á veg til Guam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227