USA: 1.000 sjúkutilburðir og fleiri deyð

USA: 1.000 sjúkutilburðir og fleiri deyð
Alsamt fleiri amerikanarar gerast sjúkir av e-sigarettum, og í í minsta lagi 18 førum hava higartil ókendar sjúkur gjørt av við sjúklingarnar
Amerikanski depilin fyri sjúkuumsjón og fyribyrging sigur, at 1080 amerikanarar í 48 statum eru vorðnir sjúkir av at roykja e-sigarettir
 
05.10.2019 - 14:50

Støðan fær nú amerikanskar læknar og serfrøðingar at rópa varskó, tí teir halda, at talið á tilburðum veksur so skjótt.

Amerikanski depilin fyri sjúkuumsjón og fyribyrging sigur, at 1080 amerikanarar í 48 statum eru vorðnir sjúkir av at roykja e-sigarettir, og í 15 statum eru fólk deyð av hesum sjúkum.

Myndugleikarnir mæla frá at brúka e-sigarettir

Tíðindastovan AP endurgevur Anne Schuchat, sum er lækni á deplinum. Sjúkurnar tóku seg upp í mars í ár, og eyðkennini eru andaneyð, møði og at fólk hava ilt fyri bringuni.

Fleiri, sum eru vorðin sjúk, hava sagt seg hava roykt marihuana í e-sigarrettunum, men mong onnur hava bara roykt nikotin. Tí mæla amerikansku heilsumyndugleikanir fólki púrasta frá at brúka e-sigarrettir.

Matvøru- og medisinstýrið í USA kannar nú ymisk sløg av e-sigarettum fyri at fáa greiði á, um sjúkurnar  stava frá onkrum ávísum slagi, vætu ella tilfari, sum verður latið í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672