Etiopiski forsætisráðharrin fær friðarvirðislønina

Etiopiski forsætisráðharrin fær friðarvirðislønina
Etiopiski forsætisráðharrin, Abiy Ahmed, fær friðarheiðursløn Nobels í ár. Tað boðar norski Nobel-stovnurin í Oslo frá í dag
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
11.10.2019 - 10:30

Abiy Ahmed tók við sum forsætisráðharri í Etiopia í 2018. 

Hann fær friðarheiðurslønina, tí hann hevur megnað at fingið frið í lag millum Etiopia og Eritrea. Hann hevur leyslatið politiskar fangar, og hevur undirskrivað friðaravtalu við forsetan í Eritrea, Isaias Afwerki. 

Hann hevur eisini arbeitt fyri at fáa kvinnur upp í politikk, og helvtin at stjórnini hjá honum eru kvinnur.

Sum siður er, verður Nobel-friðarheiðurslønin handað 10. desember á ráðhúsinm í Oslo. 219 persónar og 85 felagsskapir vóru í uppskoti til friðarheiðurslønina í ár, og tað er loyniligt í 50 ár hvørji eru í uppskoti.

Í fjør fingu Denis Mukwege úr Kongo og Nadia Murad úr Irak friðarheiðursløn Nobels, fyri stríðið ímoti kynsligum harðskapi sum vápn í kríggi og vápnaðum ósemjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952