Ruðuleikin er fullkomin í Bretlandi

Ruðuleikin er fullkomin í Bretlandi
Lagnudagurin í London í dag var útsettur, tá tingið atkvøddi fyri einum uppskoti, ið útsetur Brexit. Hóast tað er ikki vist, at Brexit verður útsett
 
19.10.2019 - 17:30

Tað eydnaðist ikki Boris Johnson at fáa atkvøðugreiðslu um avtaluna, sum stjórnin hevur gjørt við ES um Brexit.

Orsøkin er, at ein lítil meiriluti av Undirhúsinum atkvøddi fyri einum uppskoti, sum ikki loyvir eini atkvøðugreiðslu um avtaluna fyrr enn bretska lóggávan, sum hoyrir til Brexit, er gjørd.

Ivasamt um Johnson aktar tingið

Samtyktin í dag hevur eisini við sær, at Boris Johnson skal senda áheitan til ES um at útseta Brexit til formliga lóggávan í Bretlandi er gjørd. 

Sambært serfrøðingum er sera ivasamt, um tað letur seg gera at fáa alla lóggávu við so stuttum skoðbrái og undir øllum umstøðum, so hevur forsætismálaráðharrin nú fingið álagt at heita á ES um at fáa freistina 31. oktober útsetta. Ivasamt er tó, um hann er sinnaður at akta tingið. 

Atkvøðugreiðslan um Brexit avtaluna verður væntandi í komandi viku. Tíggjutúsundatals mótmælisfólk hava allan dagin mótmælt uttanfyri bretska tingið í London. Fleiri politikarar máttu hava politieskportu gjøgnum mannamúgvuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040