Fleiri fólk deyð í ófriði

Fleiri fólk deyð í ófriði
Forboð er sett fyri at ganga úti í summum býarpørtum í kilenska høvuðsstaðnum, Santiago
Mótmælisfólk taka til rýmingar undan løgregluni í Santiago sunnudagin, tá løgreglan skeyt táragass eftir mótmælisfólkunum
Mynd: AP  
 
21.10.2019 - 09:41

Harðir samanbrestir hava verið seinastu dagarnar í Santiago millum hermenn og mótmælisfólk, sum mótmæla, at ferðaseðlaprísir við almennu ferðsluni eru hækkaðir.

Sunnunáttina doyðu trý fólk, tá eldur kom í eina handilsmiðstøð í býnum, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Herverk varð eisini gjørt á undirgrundarjarnbreytina í býnum. Forboð er sett fyri at ganga úti, frá klokkan 10 á kvøldi til klokkan sjey á morgni.

Ringasti ófriðurin síðani 1990

Boðini um útgonguforboðið komu beint eftir, at forsetin í Kili, Sebastian Pinera, segði í einari røðu, sum eisini varð sjónvarpað, at ætlanin at hækka ferðaseðlaprísirnar við metroini er slept.

Men boðini frá forsetanum hava ikki sissað mótmælisfólkini, sum settu vegbyrgingar upp og settu eld á bussar. Løgreglan svaraði aftur við táragassi og vatnkanónum.

Í minsta lagi 300 fólk eru tikin. 11 sivilfólk og 156 løgreglufólk eru særd. Fríggjadagin setti forsetin undantaksstøðu í gildi í Santiago. Har hevur ikki verið so ófriðarligt, síðani 1990, tá Agusto Pinochet ráddi fyri borgum í Kili.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263