Altjóða net uppi í málinum um 39 lík í lastbili

Altjóða net uppi í málinum um 39 lík í lastbili
Málið um tey 39 fólkini, sum í seinastu viku vórðu funnin deyð í einum lastbili í Onglandi, umfatar eitt altjóða, ólógligt net
Eitt ólógligt altjóða net er uppi í málinum um tey 39 fólkini, sum vórðu funnin deyð í einum lastbili har suðuri í Onglandi í seinastu viku
 
29.10.2019 - 12:07

Eitt ólógligt altjóða net er uppi í málinum um tey 39 fólkini, sum vórðu funnin deyð í einum lastbili har suðuri í Onglandi fyri umleið einari viku síðani.

Tað kom fram, tá maðurin, sum koyrdi lastbilin, varð avhoyrdur í grundlógaravhoyring í gjár. Hann er varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

25 ára gamli bilførarin er skuldsettur fyri óviljað manndráp í 39 førum, menniskjahandil og hvítvask. Ákærin segði í rættinum, at málið umfatar eitt kervi, sum flytur eitt stórt tal av tilfytarum til Bretlands.

 >> SÍ EISINI 39 lík funnin í bingju

Aftrat bilføraranum eru fýra fólk tikin í málinum, men løgreglan leitar enn eftir øðrum, sum eru undir illgruna, segði ákærin. Tað er ikki greitt, hvat løgreglan byggir illgrunan á.

Men bæði løgreglan og marknavørðir hava seinastu árini staðfest, at kølibingjur verða brúktar til mannasmugling, vísir ein kanning, sum varð kunngjørd fyrr í ár. 

Hildið verður, at tey 39 fólkini eru deyð í kulda. Bingjan kann frysta heilt niður í 25 kuldastig. 

Royna at eyðmerkja tey deyðu

Bilførarin fór eftir lastbilinum á havnarlagnum í býnum Purfleet uttan fyri London mikumorgunin. Lastbilurin var komin til Onglands úr Belgia.

Ógreitt er, hvar lastbilurin hevur verið, áðrenn hann kom til Belgia, og nær tey 39 fólkini doyðu. Í fyrstu syftu varð hildið, at líkini vóru av kinesarum. 

Men síðani hava fleiri vjetnamesiskar familjur vent sær til bretsku løgregluna og boðað frá, at skyldfólk hjá teimum helst eisini eru millum tey deyðu. Nú royna myndugleikarnir at eyðmerkja tey deyðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887