Eindarleiðslan samtykt

Eindarleiðslan samtykt
Tórshavnar býráð samtykti við atkvøðunum sjey-seks í gjárkvøldið at skipa eindarleiðslu á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu
Samtykt er nú, at teir 37 dagstovnarnir hjá kommununi skulu skipast í fýra eindir
 
31.10.2019 - 08:16

Meirilutin, sum hevur sjey atkvøður, var fyri.  Minnilutin atkvøddi í móti við sínum seks atkvøðum.

Samtykt er nú, at teir 37 dagstovnarnir hjá kommununi skulu skipast í fýra eindir, hvør við sínum leiðara, sum hevur 185 starvsfólk. 

 >> SÍ EISINI Námsfrøðingar ónøgdir við loysn

Henda broytingin kostar 2,75 milliónir krónur. Býráðið hevur eisini gjørt av, at 4,5 milliónir krónur skulu játtast til fleiri normeringar á dagstovnaøkinum. 

Við hesum verður fíggingin til børn og ung í 2020 okkurt um 200 milliónir krónur. Talan er um 3.000 børn og ung og 750 starvsfólk. Pedagogfelagið mótmælir ætlanini hjá býráðnum at gera eindarleiðslur.

Minnilutin í býráðnum tók heldur ikki undir við eindarleiðsluni. - Hann hevði broytingaruppskot um at játta níggju milliónr krónur til fleiri normeringar á dagstovnaøkinum. Tað uppskotið fall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207