Rokmikil endi á grønlendsku tingsetuni

Rokmikil endi á grønlendsku tingsetuni
Seinasti tingdagur í heystsetuni hjá grønslendska landstinginum endaði í gjár við einum uppskoti um misálit á landsstýrisformannin, Kim Kielsen
 
23.11.2019 - 10:43

Tað var andstøðuflokkurin Partii Naleraq, sum reisti misálitið, eftir at Erik Jensen hevði sett fram ynski, um at verða loystur úr starvinum sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðar- og ráðevnismálum í landsstýrinum hjá Kim Kielsen.

Erik Jensen hevði fyrr um dagin alment funnist harðliga at Kim Kielsen og boðað frá, at hann ætlar sær at bjóða Kim Kielsen av sum formaður í Siimut á landsfundinum, sum verður í juli næsta ár.

Hetta er 14 ferðin, at eitt landsstýrisfólk verður skift út í landsstýrinum hjá Kim Kielsen, síðani landsstýrið varð skipað 15. maj í 2018.

Stór ónøgd hevur valdað í Grønlandi seinastu tíðina, eftir at samgongan valdi at typpa hol í landskassanum við at leggja stór avgjøld á góðgæti, sukur, alkohol og sigarettir.

Næstformaðurin í Siumut, Karl-Kristian Kruse, fanst so seint sum hósdagin at Kim Kielsen og hansara leiðsluevnum, tá hann segði seg hava tað trupult við at verða verandi í Siumut og stuðla Kim Kielsen. Men í gjár var tað hann, ið forðaði fyri at misátið varð samtykt. Hetta hendi, eftir at Kim Kielsen hevði lovað nakrar kvotur til fyrimuns fyri Karl-Kristian Kruse.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094