Smittuførar bakteriur staðfestar í Miðvági

Smittuførar bakteriur staðfestar í Miðvági
Dagstovnurin Miðgarður í Miðvági er raktur av smittandi bakteriu, sum kann elva til álvarsliga nýrasjúku
 
24.11.2019 - 14:09

Fríggjadagin sendi landslæknin eitt kunningarskriv út til foreldur og starvsfólk í Miðgarði, har kunnað var um bakteriuna stytt VTEC, sum elvir til leyst lív, kvalma, spýggju og febur.

Orsøkin til at landslæknin ávarar ímóti hesi bakteriuni er, at hon í nøkrum førum  eisini kann elva til nýrasjúku, sum er meira alvorlig.

Eitt barn á stovninum er higartil innlagt, og nøkur aftrat eru til observatión, sigur landslæknin, Lars Fodgaard Møller, við Kringvarpið í dag.

Hann leggur aftrat, at tilburðirnir higartil, eru isoleraðir til eina stovu á stovninum.

Bakterian kann koma frá skarni hjá bæði fólki og fæi, umframt dálkaðum matvørðum, og hon fer síðani frá hondum og í munnin. 

Landslæknin heitir á foreldur at børnum á Miðgarði at fara til lækna um tey fáa leyst lív, og vísa læknanum kunningarskrivið.

At vaska hendurnar ofta og væl er besta fyribyrgingin ímóti VTEC bakteriuni, leggur landslæknin aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. juni
Morgunlestur týsdagur 10.juni 2025
192950
Mánadag 9. juni
Poppverturin
193018
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956