Finska stjórnin lagt frá sær

Finska stjórnin lagt frá sær
Finska stjórnin leggur frá sær, men hon verður sitandi sum starvsstjórn, til nýggj stjórn er skipað
Forsætisráðharrin í Finnlandi, Anttii Rinne, er lagdur undir at hava sagt ósatt fyri finska ríkisdegnum
Mynd: AP  
 
03.12.2019 - 13:26

Anttii Rinne, forsætisráðharri, sum er úr sosialdemokratiska flokkinum, var í dag hjá forsetanum og bað um at verða loystur úr starvi.

Orsøkin, er Miðflokkurin, sum er ein av samgonguflokkunum, hevur mist álitið á forsætisráðharranum. Politiska kreppan hevur røtur í einari arbeiðsósemju í finska postverkinum.

700 starvsfólk í postverkinum er flutt í eitt dótturfelag, har ein annar sáttmáli er galdandi. Tað hevur havt við sær, at summi starvsfólk eru farin niður í løn.

Stjórnin bara sitið í hálvt ár

Funnist verður at Anttii Rinne, forsætisráðharra, fyri handfaringina av málinum, og hann er eisini lagdur undir at hava sagt ósatt fyri finska ríkisdegnum.

Rinne er fyrrverandi fakfelagsleiðari. Hann sigur, at hann alla tíðina hevur gjørt fakfelagsrørsluni greitt, at hann góðtekur ikki, at viðurskiftini hjá almennum starvsfólkum versna. 

Fimm flokkar manna stjórnina í Finnlandi, sum hevur sitið við valdið síðani í summar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655