Sjúrður og Lea hava fund um grindatvøst

Sjúrður og Lea hava fund um grindatvøst
Lea Wermelin, umhvørvismálaráðharri, er til reiðar at hitta Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, men hon ætlar ikki at broyta reglurnar
 
14.12.2019 - 10:39

Danski umhvørvismálaráðharrin, Lea Wermelin, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fara at hava fund um at flyta inn grindatvøst, ella grindekød, sum sagt verður á donskum, til Danmarkar.

Tað er forboðið at flyta grind inn í Danmark, tí grindin er søgd at kunna verða hótt, um einki mark er sett fyri, hvussu nógv grind kann seljast.

Lea Wermelin sigur, at Danmark ger eftir ES-reglum.

Føroyingar, sum ikki búgva í Føroyum, kunnu tó taka við sær til Danmarkar tíggju kilo av grindatvøsti úr Føroyum.

Men hetta tvøstið má ikki seljast. 

Sjúrður Skaale ætlar eisini viðgera spurningin um sektina, fólk fáa fyri at innflyta grindatvøst til Danmarkar.

Sektin er 5.000 kr. og 10.000 kr. aðru ferð. 

Ætlar ikki at broyta reglurnar 

Lea Wermelin sigur, at Danmark hevur ongar ætlanir um at fáa ES-reglurnar um slíkan innflutning broyttar.

Men hon tekur av innbjóðingini hjá Sjúrði Skaale um at tosa um grindatvøst.

Miljøstyrelsen í Danmark veit, at sendingar við tvøsti úr Føroyum eru meldaðar til politiið og sekt er latin.

Talan er um fimm mál seinastu trý árini. Tey trý eru ikki endað enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329