Varðhaldsfongslaður fyri harðskap móti politinum

Varðhaldsfongslaður fyri harðskap móti politinum
Illgruni var um, at maðurin hevði stolið eina luftbyrsu í einum handli í Havn
 
20.01.2020 - 10:09

Ein maður er varðhaldsfongslaður í 14 dagar, skuldsettur fyri harðskap móti politinum.

Maðurin skuldi handtakast heima við hús, tá hann skal hava framt harðskapin, sum hann er skuldsettur fyri. 

Leygardagin boðaði ein handil í Havn frá, at ein luftbyrsa var stolin.

Gasspatrón

Talan er um eina e-gun, sum hevur gasspatrón. Hesar byrsur eru kraftamiklari enn vanligar luftbyrsur.

Politiið hevði illgruna um ein ávísan mann og fór heim til hansara.

Men hann gjørdi so nógva mótstøðu, at hann í grundlógaravhoyring varð varðhaldsfongslaður í 14 dagar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961