WHO: Virus ikki ein heilsukreppa enn

WHO: Virus ikki ein heilsukreppa enn
Heimsheilsustovnurin, WHO, heitti í gjár á heimsins lond um, at standa saman í stríðnum móti corona-virusinum
Mynd frá jarnbreytarstøðini í Yichang, umleið 300 kilometrar vestan fyri Wuhan, har smittan byrjaði
Mynd: AP  
 
24.01.2020 - 07:16

Eftir at hava fundast í tveir dagar, samdist WHO um, at tað er ov tíðliga at siga, at virusið er ein altjóða heilsukreppa. Í Kina er tað tó ein kreppa, segði Dr. Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO.

Aðalskrivarin legði aftrat, at tey flestu, sum eru smittað, fáa einans mildari sjúkueyðkenni, og tey, sum eru deyð av virusinum, høvdu vánaliga heilsustøðu frammanundan.

 >> SÍ EISINI Nýtt virus breiðir seg til fleiri lond

Myndugleikarnir í Kina hava avbyrgt fimm býir, og í tilsamans tíggju býum er øll almenn ferðsla steðgað í eini roynd, at avmarka smittuna. Tilsamans 32 milliónir fólk búgva í teimum býunum.

Í býnum Wuhan, har smittan byrjaði, eru kinesisku myndugleikarnir farnir at byggja eitt serligt sjúkrahús til at viðgera fólk, ið eru vorðin smittað. Sjúkrahúsið skal hava 1.000 seingjarpláss

Byrjað var at byggja í gjárkvøldið, og sjúkrahúsið skal verða liðugt longu í næstu viku. Eitt líknandi sjúkrahús bleiv bygt í samband við SARS-sjúkuna í 2003. Tað bleiv eisin bygt eftir einari viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655