- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rok um makrel í Íslandi

Felagið hjá teimum, sum fiska makrel, hevur stevnt ríkinum, tí kvotur eru tiknar frá lítlum reiðaríium og latnar stórum reiðaríum.
Lítlir bátar mistu í fjør helvtina av sínum kvotum. Uppsjóvarskipini fingu tær, sigur felagið. Og tað, sum bátarnir hava eftir, kann ikki seljast uttan treytir, treytir, sum ikki eru álagdar uppsjóvarskipunum.
Fyrimunur fyri uppsjóvarskipini
Stevnt er eisini, tí fiskimálaráðharinn kann taka makrel frá bátunum, uttan at lata teimum endurgjald, sigur felagið hjá makrelfiskimonnum.
Felagið vísir á, at lógin er broytt, so nú er fiskiskapurin í 10 ár av 11 grundarlag fyri kvotubýtinum.
Og hetta er ein fyrimunur hjá uppsjóvarskipunum, tí tey hava fiskað øll hesi árini. Fyrr var grundarlagið trý tey bestu árini av seks undanfarnum árum.



























