Iranar í Danmark skuldsettir fyri njósning

Iranar í Danmark skuldsettir fyri njósning
 
03.02.2020 - 15:11

Fýra iranar í Danmark eru skuldsettir fyri at njósnast til frama fyri Saudiarabia.

Skuldsetingin hevur samband við eitt mál frá 2018, har fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, heldur, at iranska fregnartænastan hevði ætlanir um at drepa ein irana í Danmark, skrivar Danmarks Radio.

Løgreglan í Keypmannahavn hevur skuldsett ein navnnevndan persón úr eini iranskari fregnartænastu fyri at hava havt leiklut í eini drápsroynd, og fyri at hava njósnast móti Danmark.

Hann er fongslaður in absentia, sigur PET-stjórin, Finn Borch Andersen. 

ASMLA

Somuleiðis eru tríggir menn úr bólkinum, ASMLA, skuldsettir. Bólkurin er sera atfinningarsamur móti iranska stýrinum.

Teir eru skuldsettir fyri at hava njósnast til frama fyri Saudiarabia móti persónum í Danmark millum 2012 og 2018. Teir tríggir eru handtiknir og skulu grundlógaravhoyrast í morgin. 

Enn er ikki greitt, hvat menninir siga til skuldsetingina. 

 - Talan er um eitt torgreitt mál, har Saudiarabia og Iran hava tikið sínar ósemju við til Danmarkar, sigur Finn Borch Andersen, sambært DR.DK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576