Eingin avgerð enn um negativa rentu og skatt

Eingin avgerð enn um negativa rentu og skatt
Taks kannar, um lógarbroyting krevst fyri at draga negativa rentu frá í skattinum
BankNordik er higartil einasti peningastovnur í Føroyum, sum hevur boðað frá negativari rentu fyri privat innlán.
 
05.02.2020 - 09:38

Hóast eingin fráboðan er komin frá Taks enn, segði BankNordik fyrst, at útreiðslurnar, nú rentan verður negativ, kunnu dragast frá í skattinum. 

Men nú hevur bankin broytt orðingina á heimasíðuni, so nú stendur, at viðvíkjandi spurningum um skattligu viðurskiftini verður víst til Taks. 

Bankin boðar Taks frá rentuútreiðslunum við ársenda, sigur bankin.

Kapitalvinningsskatturin í Føroyum er 35 prosent. 

Og tá fólk missa pengar, ella kapital, millum annað, tá partabrøvini hjá teimum geva hall, kunnu tey draga 35 prosent frá í skatti.

Taks kannar

Taks hevur sagt, at ikki er greitt enn, um negativ renta kann dragast frá í skattinum.

Kannað verður, um lógarbroyting krevst, um negativa rentan skal kunna dragast frá.

Hjá vinnuni er hetta aktuelt longu í ár, tí hjá vinnuni kom negativa rentan í fjør.

Higartil er BankNordik einasti peningastovnur í Føroyum, sum hevur boðað frá negativari rentu hjá privatum innlánum.  

Negativa rentan hjá BankNordik kemur 1.mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262