Donald Trump fríkendur í ríkisrættarmáli

Donald Trump fríkendur í ríkisrættarmáli
Amerikanski forsetin er fríkendur í ríkisrættarmálinum fyri at hava misnýtt sítt vald, og fyri at hava forðað Kongressini í at kanna málið
 
06.02.2020 - 07:50

Í málinum um maktmisnýtslu mettu 48 senatorar í Senatinum, at forsetin var sekur, meðan 52 søgdu hann vera ósekan.

Í málinum um at hann skuldi hava forðað Kongressini at kanna málið, mettu 47 senatslimir at hann var sekur, meðan 53 fríkendu forsetan.

Tí var úrslitið av ríkisrættarmálinum sum roknað varð við. Donald Trump, forseti, hevur boðað frá, at hann klokkan 17 okkara tíð í dag fer at gera viðmerkingar til málið og avgerðina hjá Senatinum.

Úrslitið kom ikki óvart á

Úrslitið av ríkisrættarmálinum kom ikki óvart á, tí flokkurin hjá Trump, Republikanararnir, hava 53 av teimum 100 limunum í Senatinum, og harvið meirilutan. Tí hevði eingin roknað við, at hann varð dømdur.

Í málinum um maktmisnýtslu, atkvøddi tó fyrrverandi forsetavalevnið, Mitt Romney, saman við demokratunum, men hann atkvøddi saman við sínum egnu, tá talan var um at forða Kongressini í at kanna málið.

Ríkisrættarmálið ímóti Trump, forseta, var tað triðja í amerikansku søguni. Bill Clinton var fyri ríkisrætti í 1999, og fyrsta ríkisrættarmálið var í 1868.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234