Trump: USA hevur dripið al-Qaeda-leiðara í Jemen

Trump: USA hevur dripið al-Qaeda-leiðara í Jemen
USA hevur dripið Qasim al-Raymi, sum var al-Qaeda-leiðari á arabisku hálvoynni, sigur amerikanski forsetin
USA sigur seg hava dripið al-Qaeda-leiðaran Qasim al-Raymi seint í januar mánað
Mynd: Yemeni Ministry of Interior  
 
07.02.2020 - 08:35

Qasim al-Raymi varð dripin undir einum antiyvirgangs átaki í Jemen. Tað upplýsir amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum tíðindaskrivi, sum varð sent út í nátt.

Tað er ikki greitt, nær Qasim al-Raymi bleiv dripin. Tað verður onki sagt um tað í tíðindaskrivinum, men fleiri miðlar vilja vera við, at al-Qaeda-leiðarin varð dripin í einum dronuálopi í Jemen 31. januar. 

Amerikanska uttanríkisráðið hevði lovað eina finningarløn uppá tíggju milliónir dollarar, sum er umleið 68 milliónir krónir, fyri upplýsingar, sum kundu føra til, at Qasim al-Raymi bleiv funnin, skrivar tíðindastovan DPA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423