Uppsjóvarfiskur kann latast í trý ár

Uppsjóvarfiskur kann latast í trý ár
Søkjast kann til øll skip og allar bátar, og landsstýrismaðurin avger, hvør fær kvotu
Søkjast kann um 10.000 tons av makreli
 
14.02.2020 - 08:56

Loyvi at fiska av uppsjóvarfiskinum, sum skjótt fer at bera til at søkja um, kunnu latast í samanlagt trý ár, tó í mesta lagi upp til eitt ár í senn.

Tað stendur í uppskotinum um kunngerðina um vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk.

Talan er um 64.000 tons, 10.000 tons av makreli, 14.000 tons av norðhavssild og 40.000 tons av svartkjafti, sum søkjast kann um.

Uppskot um kunngerðina hevur verið í Fiskivinnuráðnum og skal á landsstýrisfund týsdagin til politiska viðgerð.

Sambært uppskotinum um kunngerð og sambært lógini skal søkjast um kvotu, og søkjast kann til øll skip og allar bátar. 

Lýsir eftir umsóknum á hvørjum ári

Sambært uppskotinum um kunngerð lýsir landsstýrismaðurin á hvørjum ári eftir umsóknum. Umsóknir skulu nágreiniliga lýsa eina vinnuliga roynd ella verkætlan, sum kvotan skal nýtast til.

Tær skulu siga, hvussu vinnuliga royndin ella verkætlanin kann skapa ella stimbra undir virðisøking, menning og nýskapan. 

Aðrar upplýsingar skulu vera í umsóknunum, millum annað um fígging, sølu og marknað.

Umsóknin kann fevna um virksemi á sjógvi eins og virksemi á landi. Landsstýrismaðurin avger, hvør fær kvotu.

Saman við kunngerðini er metingarskjal, sum sigur, hvussu umsóknirnar skulu viðgerast.

Í heildarmetingini verður dentur lagdur á, hvussu stóra fíggjarliga orku, umsøkjarin hevur tøka til vinnuligu verkætlanina ella royndina, og førleikarnar hjá umsøkjaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329