Løgmaður ella løgkvinna

Løgmaður ella løgkvinna
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot um broytingar í stýrisskipanarlógini
Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir hava skotið upp at broyta stýrisskipanarlógina, so kvinnur í landspolitikki eita fólk og ikki menn
 
19.02.2020 - 09:21

Løgtingið fer í dag at viðgera spurningin, um stýrisskipanarlógin skal broytast, so kvinnur í landspolitikki eita fólk og ikki menn. Orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til fólk.

Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk.

Men samgonguleiðarin kann eita antin løgmaður ella løgkvinna. 

Tingkvinnurnar, Ingilín Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mæla til at broyta stýriskipanarlógina.

Avgera sjálvi

Tær siga, at fólk gera sjálvi av, um tey kalla seg løgtingsmaður ella løgtingskvinna, tingmaður ella tingkvinna og landsstýrismaður ella landsstýriskvinna.

Tó verða heitini løgmaður, løgtingsformaður og næstformaður standandi í lógini, men ein kvinna kann kalla seg løgkvinna, løgtingsforkvinna ella næstforkvinna.

At broyta stýriskipanarlógina er ikki bara sum at siga tað.

Broytingin skal fyrst samtykkjast í einum valskeiði.

Síðani skal hon aftur í løgtingið, eftir at val hevur verið, og verða samtykt har óbroytt í fyrstu setuni hjá tí nývalda tinginum.

Á tingfundunum í dag, sum  byrjar byrjar kl.11, fer Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, at svara skrivligum fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um útisiglarar og inngjald til Heilsutrygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329