Hægri sigarettprísur fær fleiri at leggja av

Hægri sigarettprísur fær fleiri at leggja av
Prísurin á einum sigarettpakka í Danmark hækkar upp í 55 krónur um ein mánað, og um tvey ár fer prísurin upp á 60 krónur
Fleiri danir leggja av at roykja, nú prísurin fyri sigarettir fer upp
 
28.02.2020 - 09:11

Príshækkingin upp á sigarettir hevur fingið fleiri danir at royna at leggja av at roykja, skrivar danska krinpvarpið, DR, á heimasíðuni.

Bæði kommunur og Kræftens Bekæmpelse siga, at tey fáa nógvar fyrispurningar frá fólki, sum vilja sleppa av við sigarettirnar.

– Nógv hava havt ætlanir um at gevast leingi, men taka nú stigið, tí sigarettirnar verða dýrari, sigur Anja Pedersen, sum gevur teimum, ið ætla sær at gevast, góð ráð í Slagelse kommunu.

Bíðilisti til roykisteðg-skeið

Anja Pedersen sigur, at tað er bíðilisti í kommununi til skeiðini, sum hjálpa fólki at leggja av at roykja. Í Holbæk og í Stevn síggja tey sama rák. Tað eru serliga tey ungu, sum eru ávirkað av komandi príshækkingini.

Fleiri nýta eisini appina, E-kvit, hjá Kræftens Bekæmpelse, at leggja av við. Felagsskapurin staðfestir, at 60 prosent fleiri hava meldað seg til, at leggja av í ár samanborið við í fjør. 

– Tað er ein stór øking. Og tað er helst orsakað av umrøðuni, sum príshækkingin á sigarettum hevur fingið í miðlunum, sigur Niels Them Kjær frá Kræftens Bekæmpelse, sambært DR.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115