Kvotur til vinnuligar royndir kunnu verða varandi

Kvotur til vinnuligar royndir kunnu verða varandi
Broytingar skulu gerast fyrst í lógini um sjófeingi, áðrenn kunngerðin verður lýst
Landsstýrið hevur seinastu dagarnar borið tilsamans 27 uppskot í løgtingið
 
28.02.2020 - 14:44

Roynast kvoturnar væl, verður møguleiki at lata kvoturnar verða varandi.

Nú stendur í lógini, at loyvi kunnu latast í samanlagt trý ár, tó í mesta lagi upp til eitt ár í senn.

Og tey, sum hava nógvar kvotur frammanundan, standa ikki fremst, tá kvotur av uppsjóvarfiski til vinnuligar royndir og verkætlanir at gagnnýta fiskin, verða lutaðar út.   

Broytingar skulu gerast fyrst í lógini um sjófeingi, áðrenn kunngerðin um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir at gagnnýta uppsjóvarfisk, verður lýst, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Lógarbroytingin hevur verið í Fiskivinnuráðnumn.

Hon skal leggjast fram nú, men um hon verður liðug í dag, ella verður løgd fram við 17 undirskriftum, var ógreitt fyrrapartin.

27 uppskot borin tinginum

Uppskotið um at skatta vinningin av fiskiloyvum var ikki klárt at lata løgtinginum, tá freistin fór á middegi.

Uppskotið verður latið løgtinginum í næstum við 17 undirskriftum.

Talan er um eina serlóg við ávísum løgfrøðiligum avbjóðingum, sum fyrisitingin arbeiðir við í løtuni, sigur Løgmansskrivstovan.

Annars hevur landsstýrið latið løgtinginum 27 lógaruppskot hesar seinastu dagarnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329