Val í Ísrael fyri triðju ferð í eitt ár

Val í Ísrael fyri triðju ferð í eitt ár
Sambært meiningakanningum fær hvørgin vongurin meiriluta í Knesset hesaferð heldur
Valhølini í Ísrael lótu upp tíðliga í morgun
 
02.03.2020 - 09:19

Valhølini í Ísrael lótu upp klokkan seks í morgun. Ísraelar skulu fyri triðju ferð í eitt ár velja nýtt tjóðarting.

Hildið verður, at tað fer at verða javnt millum høvuðsvalevnini, Benjamin Netanyau í høgraflokkinum Likud, og andstøðuleiðaran í miðsamgonguni, Benny Gantz.

Sambært meiningakanningum fær hvørgin meiriluta í Knesset, og sostatt kann politiski ruðuleikin halda fram eisini eftir hetta valið.

Í Ísrael hava 6,4 milliónir valrætt, men tað er óvist, hvussu stór vallutøkan verður, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115