Løgmaður: Vit hava tamarhald á støðuni

Løgmaður: Vit hava tamarhald á støðuni
Løgmaður hevur kallað landsstýrið saman á fund at viðgera coronatilbúgvingina í kvøld. Men átøkini verða ikki kunngjørd fyrr enn í morgin
Løgmaður fer at boða frá nýggjum tiltøkum kl. 9 í morgin
 
11.03.2020 - 21:44

 Støðan er ógvuslig allastaðni kring okkum. Men tíbetur hava vit enn tamarhald á støðuni. Tó kann støðan skjótt broytast, og tí fara vit at koma við nýggjum átøkum, ið verða kunngjørd á tíðindafundi í morgin klokkan 9, sigur løgmaður.

Landsstýrið fer nú at viðgera støðuna og átøkini, sum fara at vera kunngjørd og sett í verk.

 Føroya fólk hevur sum heild ansað sera væl eftir sær sjálvum og hvørjum ørðum. Hetta er besta verjan ímóti smittuni, og tí skulu vit halda fram við hesum.

 TIltøkini í Danmark eru rættiliga ógvuslig, men eg fari at heita á fólk, um at bera seg sinniliga at og bíða eftir boðum, sum koma á tíðindafundinum í morgin klokkan 9, sigur løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650