Kostar 40 mia. kr. at útseta olympisku leikirnar

Kostar 40 mia. kr. at útseta olympisku leikirnar
Samstundis hava japansku myndugleikarnir setta 950 milliardir av til at fáa tamarhald á koronavirusinum
 
25.03.2020 - 14:33

Tað fer at kosta Japan 40 milliardir kr. at útseta olympisku leikirnar til næsta summar. Tað er metingin hjá japanska professaranum í búskapi á lærda háskúlanum í Kansai.

Katsuhiro Miyamoto, professari, sigur, at broytingin fer at kosta japanska samfelagnum umleið 40 milliardir kr.

Tað var eftir ein fund í gjár millum japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, og forsetan í olympisku nevndini, Thomas Bach, at avgerð varð tikin um at flyta olympisku leikirnar, sum skuldu vera í summar, til næsta summar.

Kemur illa við

Avgerðin kemur illa við hjá japanska búskapinum, sum longu er í kreppu, sigur serfrøðingurin, Hiroshi Ugai, við tíðindastovuna Reuters. Samanlagt fer tað at kosta Japan 70 milliardir kr., sigur serfrøðingurin.

Samstundis fer tað at kosta japanska samfelagnum nógv at royna at fáa tamarhald á koronavirusinum, tí japanska stjórnin hevur longu sett 950 milliardir kr av til endamálið.

Tað er ikki greitt enn, nær í 2021 olympisku leikirnir vera í Japan, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342