Svenski herurin byggir sjúkrahús

Svenski herurin byggir sjúkrahús
Svenski herurin byggir í løtuni flytfør sjúkrahús í Gøteborg og í Stokkholmi við tilsamans 50 intensivplássum
Eitt flytført sjúkrahús skal byggjast her í Stokkhólmi, nú landið brynjar seg til fleiri koronatilburðir
 
25.03.2020 - 08:22

30 intensivpláss verða í sjúkrahúsinum, sum verður bygt í Stokkholmi og 20 í Gøteborg, og sannlíkt er, at tørvur verður á fleiri plássum, skrivar svenska kringvarpið. 

Starvsfólk hjá svensku verjuni hava ábyrgd av rakstrinum, og skulu læra heilsustarvsfólk at brúka útgerðina hjá verjuni. Starvsfólkini koma frá sivilu sjúkrahúsunum.

Tað fyrsta klárt longu í vikuni

Flytføra sjúkrahúsið í Gøteborg er klárt at taka í nýtslu síðst í hesi vikuni, og í Stokkholmi um einar tvær vikur. Hetta er liður í svensku tilbúgvingini at verða fyrireikað tá smittukurvan veksur í Svøríki. 

Sambært framrokningum hjá svenska Fólkaheilsumyndugleikanum, fara væntandi einir 250 persónar bara í Stokkholmi at hava tørv á intensivari sjúkrahjálp.

Tilsamans í øllum Svøríki fara 500 til 1.000 persónar at hava tørv á intensivari sjúkrahjálp. Nær tað verður er ógreitt, sigur ríkisepidemilogurin, Anders Tegnell, á tíðindafundi í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666