Trump tekur seg inn á Biden

Trump tekur seg inn á Biden
Sambært eini kanning, sum umfatar alt landið, fær Joe Biden 49 prosent av atkvøðunum og Donald Trump 47 prosent
 
30.03.2020 - 11:36


Donald Trump tekur seg inn á Joe Biden sambært veljarakanning, sum Washington Post og ABC News kunngjørdu í gjár.

Sambært veljarakanningini, fær Joe Biden 49 prosent av atkvøðunum, meðan núverandi forsetin, Donald Trump, fær 47 prosent. Í februar vísti ein líknandi kanning, at Trump var sjey prosentstig aftan fyri Biden, skrivar The Guardian.

Tey, sum svaraðu kanningini, taka Trump framum, tá talan er um búskapin, meðan Biden er frammanfyri, tá ræður um heilsuøkið.

Washington Post skrivar, at kanningin umfatar alt landið, og tekur ikki atlit at valmannaráðnum.

Í 2016 vann Donald Trump meirilutan í valmannaráðnum, hóast hann fekk umleið tríggjar milliónir færri atkvøður enn Hillary Clinton kring landið. 

Javnt í fleiri statum

Í teimum statunum, sum verða mettir at verða avgerandi, og kunnu fara báðar vegir, er sera javnt. Millum hesar teljast Wisconsin, Florida, Michigan og Pennsylvania. 

Joe Biden hevur ikki tryggjað sær sessin sum forsetavalevnið hjá demokratunum enn, men hann er væl framman fyri Bernie Sanders, nú fleiri undanval eru seinkað av koronatiltøkunum.

Sambært veljarakanningini hjá Washington Post og ABC fær Joe Biden 55 prosent og Bernie Sanders 39 prosent hjá demokratunum, skrivar The Guardian.

Amerikanska forsetavalið verður í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 5 MF DREINGIR 14-16 ÁR
210805
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528