Bakkafrost tók minni laks fyrsta ársfjórðing

Bakkafrost tók minni laks fyrsta ársfjórðing
Alifyritøkan tók 10.700 tons av laksi í Føroyum í januar, februar og mars
 
02.04.2020 - 14:33

Bakkafrost tók 7.300 tons av laksi í alibrúkunum, felagið hevur keypt í Skotlandi, í fyrsta ársfjórðingi í ár. Í Føroyum tók felagið 10.700 tons í januar, februar og mars.

Tað boðar felagið partaeigarunum frá. Felagið tók tí 18.400 tons av laksi í fyrsta ársfjórðingi. Bakkafrost seldi 19.100 tons í fyrsta ársfjóðingi.

Havsbrún, sum ger alifóður, tók ímóti 64.800 tonsum av fiski í fyrsta ársfjórðingi. Øll frágreiðingin um ársfjórðingin verður tøk 5. mai. Bakkafrost hevur aðalfund í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098