Privatu fyritøkurnar leggja meira til síðis

Privatu fyritøkurnar leggja meira til síðis
Peningurin, sum privatu fyritøkurnar í Føroyum hava sett á bók, er vaksin meira enn 65 prosent síðani 2014
Gjaldførið hjá teimum privatu fyritøkunum í Føroyum var síðst í februar 3,3 milliardir krónur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.04.2020 - 14:57

Privatu fyritøkurnar í Føroyum høvdu síðst í februar 3,3 milliardir krónur á bók í føroysku peningastovnunum, sambært eini uppgerð hjá Landsbankanum.

Innlán hjá privatum fyritøkum í føroyskum peningastovnum hava verið vaksandi øll árini síðani ársbyrjan 2014. Peningurin, sum fyritøkurnar hava sett á bók, er vaksin meir enn 65 prosent hesi árini.

Privatu fyritøkurnar hava eisini pening standandi á bók í donskum peningastovnum; umleið 100 milliónir krónur, ið somuleiðis er tøkur. 

Umframt pening á bók, hava føroysku peningastovnarnir boðað frá, at møguleiki er hjá føroyskum fyritøkum at fáa avdráttarskáa og møguliga eyka gjaldførishjálp. Hjálparpakkar eru somuleiðis settir í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860