Grót úr Porkeri avskipast á Drelnesi

Grót úr Porkeri avskipast á Drelnesi
Landsverk fær ikki brúkt havnina í Porkeri, tí brimverjan fekk stóran skaða í uppganginum í vetur
Tvøroyrar kommuna og Landsverk hava gjørt avtalu um, at grót úr Porkeri nú verður avskipað á Drelnesi
 
20.04.2020 - 10:13

Grót úr Porkeri verður nú avskipað á Drelnesi. Tvøroyrar kommuna og Landsverk hava gjørt samstarvssáttmála, sum er galdandi til 30. juni í ár. Í sáttmálanum verður serliga hugsað um ferðlsuna, larm og dálking.

Landsverk fær ikki brúkt havnina í Porkeri, tí brimverjan í Porkeri fekk stóran skaða í uppganginum 29. februar. Flytast skulu 30.000 tons av gróti av Drelnesi.

Grótið verður millum annað brúkt í Eysturoyartunnlinum.  Grótið verður koyrt úr Skørðinum í Porkeri til Drelnes, har tað fer um borð á Havfrakt, sum flytur tað á Sund.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723