Løgtingið: Viðgera lántøku og svartkjaft í dag

Løgtingið: Viðgera lántøku og svartkjaft í dag
Tingfundur verður fyrrapartin klokkan 10
Fleiri mál koma til fyrstu viðgerð í tinginum í dag
 
27.04.2020 - 08:36

Løgtingið fer í dag at viðgera ætlanina hjá landsstýrinum um at læna 1,6 milliardir krónur. Uppskotið kom í tingið fríggjadagin.

Tá kom eisini uppskotið um at lata góð 40.000 tons av svartkjafti, sum vóru ætlað til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum felagskvotu við hámarki.

Tað uppskotið fær eisini fyrstu viðgerð í dag.

Starvsmenn og arbeiðsmarknaður

Á tingfundinum í dag, sum byrjar kl.10 eru eisini fimm onnur mál. Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um at dagføra lógina um starvsmenn.

Starvsmannalógin kom í 1958, og hon er bara dagførd eina ferð, tað var í 1970.

Tjóðveldi hevur uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur, og um fjarstørv, - um at almenn størv í nógv størri mun kunnu verða sett sum fjarstørv kring landið. 

Arrestin í Mjørkadali

Rósa Samuelsen og Djóni Nolsøe Joensen hava uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars.

Løgtingið hevur sett tey bæði at hava eftirlit við varðhaldsfangum.

Og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur uppskot um at broyta tonsaskattalógina, sum eisini skal umfata serskip.

Tingnevndirnar hava fundir í hesari vikuni og næstu vikurnar. Rættarnevndin hevur fund seinnapartin í dag.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028