Føroyar verða raðfestar í nýggjari politiavtalu

Føroyar verða raðfestar í nýggjari politiavtalu
Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, hevur svarað fyrispurningi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, hevur fingið svar fra løgmálaráðharranum
 
29.04.2020 - 13:19

Føroyar verða raðfestar í nýggju politiavtaluni.

Tað sigur Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann hjá Sambandsflokkinum. Hann spurdi, um føroysku og grønlendsku umboðini á fólkatingini verða tikin við, tá samráðst verður um n ýggja politiaavtalu.

Nick Hækkerup sigur, at norðuratlantisku løgregludømini eru øðrvísi enn løgregludømini í Danmark, t.d. tá talan er um landafrøði, undirstøðukervi, uppgávurøkt og kriminalitet.

Eisini er stórur munur á Føroyum og Grønlandi. Hetta fer sjálvsagt at mynda nýggju politiavtaluna, sum eisini fevnir um føroysku løgregluna, sigur løgmálaráðharrin.

Fegnast

Edmund Joensen sigur, at hann  fegnast um, at føroyska løgregludømið verður raðfest í nýggju politiavtaluni.

Hann hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at løgreglan í Føroyum verður ov lítið raðfest.

Til dømis er avlurtingarpakkin, sum varð samtyktur í 2015, ikki er farin at virka enn, KT-skipanirnar hjá løgregluni í Føroyum eru ikki dagførdar, og umstøðurnar til skotvenjing í Føroyum eru ikki nøktandi.

Edmund Joensen sigur, at hesar spurningar fer hann eisini at viðgera í samráðingunum við løgmálaráðharran um nýggja politiavtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329