Tríggjar systrar droyma um at lata upp matstað

Tríggjar systrar droyma um at lata upp matstað
Jóhanna, Fía og Anna Kristina Norðberg Niclasen reka felags instragram-profilin TripleYummie, sum kann gerast byrjanin til eitt matævintýr.
 
05.05.2020 - 07:12

Tórshavn,  Keypmannahavn og London.

Jóhanna, Fía og Anna Kristina Norðberg Niclasen búgva í hvør sínum landi.

Men ein felags instragram-profilur knýtir systrarnar saman.

Tær hava stovnað TripleYummie, har tær leggja myndir út av mati, tær hava gjørt.

1368986

Kjøtbollar í tomatsós

Jóhanna Norðberg Niclasen hevur gjørt matin í dag. Hon tekur myndir av avrikinum:

Matarskráin er kjøtbollar í tomatsós við heimagjørdum pasta og salati.

Jóhanna Norðberg Niclasen smæðist ikki at siga, at kjøtbollar er ein av hennara specialitetum.

Hakkikjøt. Onkuntíð svínakjøt  - blandað við øllum møguligum kryddi. Men týdningarmesta ingrediensið er rasp, sambært Jóhonnu.

Jóhanna ræðist annars ikki at brúka tomat-í-dós. Tomatirnar, sum fáast í Føroyum hava ikki rætta konsistensin, heldur hon.

Og so eru eingir klumpar í hvørki sósini ella í kjøtbollunum. Jóhanna Norðberg klárar ikki sjónina av klumpum. So hon hon rívir leykin, og hon blendar sósina.

 

Fía heldur frí

Uppskriftina til salatið hevur Jóhanna fingið sendandi frá systrini í Keypmannahavn, Onnu Kristinu. 

 - Vit rópa hana salatdrotningin, sigur Fía, sum er triðja systirin.

Hon býr vanliga í London; men er komin heim at hugsavna seg um bacheloruppgávuna. 

Tí leggur Fía einki út á TribleYummie fyri tíðina.

Men hon lovar at koma sterkt aftur í juni, tá uppgávan er latin inn.

Fía sigst annars vera tann besta av teimum trimum at gera vegetarmat.

Heimagjørdur ostur 

Jóhanna hevur eisini gjørt ostin sjálv. Heimagjørdur ricotta ostur av góðari feitari mjólk frá bóndanum í Havnardali.

Tað skal nógv mjólk til at gera ost, sigur hon.

Jóhanna Norðberg sigst eisini duga væl at gera breyð. Hon elskar breyð.

Lata upp matstað í summar

Tær tríggjar eru uppvaksnar við matgerð. Og tær hava altíð havt ein dreym um at lata upp eitt matstað.

Í summar skal tað vera. Ein pop-up matstova, ið selur take-away. Kanska heimanífrá barndómsheiminum í Varðagøtu. Ella kanska onkra aðrastaðni.

Og Instragram-profilurin er fyrsta stigið á leiðini.

Her hava tær eina motivatión at eksperimentera og finna røttu uppskriftirnar, tá matarskráin vónandi skal gerast í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028