Menningarkvota verður felagskvota við hámarki

Menningarkvota verður felagskvota við hámarki
Løgtingið samtykti uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
 
05.05.2020 - 10:22

Svartkjaftakvotan, sum skuldi latast sum menningarkvota, verður latin sum felagskvota við hámarki.

Meirilutin í Vinnunevndini mælti til at býta tey 41.709 tosnsini av svartkjafti sundur, so helvtin verður latin sum menningarkvota seinni í ár, og hin helvtin sum felagskvota við hámarki, sum Jacob Vestergaard,landsstýrismaður, skeyt upp.

Vinnunevndin legði álit fyri løgtingið fríggjadagin, og løgtingið hevði aðru viðgerð av uppskotinum í gjár.

Løgtingið feldi broytingaruppskotið frá andstøðuni. 11 atkvøður vóru fyri og 13 ímoti.

Í staðin samtykti løgtingið uppskotið frá samgonguni. 14 atkvøður vóru fyri, tvær ímóti, og 10 atkvøddu blankt.

Málið skal hava eina viðgerð aftrat, og tað verður hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655