Mistu fisk í ódnarveðri fyri 23 mió. kr.

Mistu fisk í ódnarveðri fyri 23 mió. kr.
Í ringa veðrinum í februar misti Bakkafrost fisk í fleiri alibrúkum
 
05.05.2020 - 16:25

Tað var av ringasta veðri í februar, og tað rakti eisini Bakkafrost meint.

Fyritøkan misti 1,2 milliónir alifiskar, sum kundu givið 6.000 tons av fiski til sølu.

Staðfesta tapið er 23 milliónir kr. umframt tað, sum felagið kundi fingið fyri fiskin, tá hann varð seldur.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at talan er um munandi tap.

Bakkafrost misti mesta fiskin í alibrúkum á plássum, sum venda eystureftir. Tað eydnaðist at taka allan tann deyða fiskin upp. 

Fyrsta ársfjórðing í ár hevur Bakkafrost sett nærum tvær so nógv smolt út, sum somu tíð í fjør.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. 

 

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738