Onnur flogfeløg enn Atlantic fluttu 72.000 fólk

Onnur flogfeløg enn Atlantic fluttu 72.000 fólk
Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways var 338.000 í fjør, og vøksturin var 10 prosent
SAS man eiga bróðurpartin av ferðafólkunum, sum Atlantic Airways ikki flutti á Føroya-leiðini í fjør
 
06.05.2020 - 14:40

Onnur flogfeløg enn Atlantic Airways fluttu sløk 72.000 ferðafólk til Føroya og úr Føroyum í fjør.

Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways var 338.000 í 2019.

424.300 fólk komu og fóru um flogvøllin í Vágum. Vøksturin hjá Atlantic Airways var 10 prosent í fjør.

Vøksturin hjá Vága floghavn var 12 prosent.

Umframt tey 338.000 fólkini, sum Atlantic Airways flutti til Føroya og úr Føroyum, fleyg felagið leigutúrar við knpppliga 107.500 ferðafólkum. Ferðafólkatalið í 2019 var tí 445.639.

Og tyrlurnar fluttu góð 14.500 ferðafólk í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401