Sertilboð hjá Atlantic Airways heldur fram

bannari
Sertilboð hjá Atlantic Airways heldur fram
Sertilboðið hjá Atlantic Airways um at broyta ferðaseðil ókeypis ella fáa tilgóðar er nú galdandi fram til 30. juni
 
08.05.2020 - 10:59

Síðani koronasmittan avmarkaði ferðing til og úr Føroyum hevur Atlantic Airways givið kundum sertilboð um at broyta ferðaseðilin ókeypis ella fáa upphæddina tilgóðar. 

Hetta tilboðið heldur nú fram til 30. juni, tí enn hava myndugleikarnir ikki boðað frá, at landamørkini verða latin meira upp aftur. 

Jóhanna á Bergi, stjóri, vísir á, at almenna føroyska flogfelagið fylgir neyvt teimum tilmælum, sum myndugleikarnir koma við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775