Fult viðhald í málinum um Biskupstorg

Fult viðhald í málinum um Biskupstorg
Hølini í veghæddini verða leigað út til vinnuligt virksemi
Nógv stríð hevur verið um veghæddina í Biskupstorgi, men nú hevur Kommunala eftirlitið givið Klaksvíkar kommunu fult viðhald
 
22.05.2020 - 16:12

Tað var í lagi, at Klaksvíkar kommuna í 2018 avgjørdi at brúka sjálvsognarstovnin "undir Kráarbrekku" at keypa handilshølini í veghæddini í Biskupstorgi, sum Bústaðir bygdu, og síðani at leiga hølini útaftur.

Tað hevur Kommunala eftirlitið nú staðfest.

Avgerð er loksins komin í málinum, og niðurstøðan er, at Klaksvíkar kommuna fær fult viðhald frá myndugleikunum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Málið hevur verið drúgt, og hevur seinkað víðari menningini á Biskupstorgi, sigur kommunan.

Hølini, sum Klaksvíkar kommuna ikki sjálv skal brúka, ætlar kommunan at leiga út til vinnuligt virksemi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827
Týsdag 3. juni
Veðrið
192798
Mánadag 2. juni
3-2 (2. juni 2025)
192752
Mánadag 2. juni
E4_4K_TIL_NET_v3 - teknmálstulkað
192735