Bjargingarflakin endaði sum borð í Kirkjubø

Bjargingarflakin endaði sum borð í Kirkjubø
Hoyr søguna um, tá fólk í Kirkjubø bjargaðu týska Heinrich Anders, ið varð einasti, ið slapp við lívinum frá Principia, ið sakk í 1895
 
26.05.2020 - 10:20

Ein summardag í 1936 brestur hurðin inn til Roykstovuna í Kirkjubø upp.

Inn kemur ein prúður eldri týskari. Hann fær eygað á langa borðið, leggur seg á tað og fer at gráta.

Maðurin eitur Heinrich Anders, og borðið eigur lívið í honum. Hann er komin aftur, har hann varð bjargaður fyri 39 árum síðani.

Hoyr alla søguna her:

1373845

Søgan um borðið í Kirkjubø er ein sólskinssøga, sum er partur av sorgarleikinum um guvuskipið Principia, sum sakk út fyri Søltuvík í 1895.

28 mans vóru umborð. 27 av teimum sjólótust. Tann síðsti, Heinrich Anders, fatur fatur á eini lastalúku, sum hann rak á 14 tímar, áðrenn fólk úr Kirkjubø bjargaðu honum.

39 ár seinni vitjaði týskarin aftur í Føroyum.

Heinrich Anders skrivaði eisini í gestabókina í Kirkjubø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028