300 fólk handtikin í Hong Kong

300 fólk handtikin í Hong Kong
Tey eru handtikin eftir ófrið í samband við eitt umstrítt lógaruppskot um, at tað verður bannað at gera gjøldur burtur úr kinesiska tjóðsanginum
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
27.05.2020 - 18:04

Eygleiðarar vænta, at lógaruppskotið helst verður samtykt seinni í dag.

Fólk kunnu verða dømd inn at sita í trý ár og fáa tíggjutúsundtals krónur í bót, verður lógaruppskotið endaliga samtykt.

Løgreglan hevur boðað frá ófriði, sum byrjaði klokkan 5:30 lokala tíð. Vegir vórðu avbyrgdir, og rusk og seymir eru løgd á jarnbreytir, sigur løgreglan. Fleiri fólk hava eisini borið vápn, og eldur er settur á fleiri staðni. Nógv løgreglufólk royndu at halda mótmælisfólkini burtur frá bygningunum hjá lóggávuvaldinum, skriva tíðindastovurnar,  Ritzau og DPA.

Stjórnin í Hong Kong fagnaði fyrr í vikuni einum uppskoti hjá kinesisku stjórnini um eina nýggja trygdarlóg á økinum. Sambært lógini, kann Kina snúgva sær undan lógarverkinum í Hong Kong og samtykkja landsumfatandi lógir um "svikagerðir, eggjan til uppreistur og uppíleggjan uttaneftir."

Í fjør summar og heyst var nógvur ófriður í Hong Kong, men seinastu mánaðirnar hevur verið friðarligt orsakað av COVID-19, men nú eru mótmælisrørslur aftur byrjaðar at gera um seg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473