Hjálparpakkin kemur ikki fyrr enn í næstu viku

Hjálparpakkin kemur ikki fyrr enn í næstu viku
Arbeitt verður framvegis við lógaruppskotunum, bæði í Vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum
Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í vinnumálum. Triði hjálparpakkin dregur út
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2020 - 11:18

Hjálparpakki 3 kemur ikki í løgtingið fyrr enn í næstu viku.

Tað er greitt, nú vikan fer at halla, og lógaruppskotini ikki enn eru farin úr aðalráðunum, sum varða av teimum.

Í Vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum verður framvegis arbeitt við lógaruppskotunum, men tað arbeiðið er nú um at vera liðugt.

Síðani skulu lógaruppskotini endaliga góðkennast á landsstýrisfundi, áðrenn tey verða latin løgtingsskrivsstovuni til eftirkanning.

Tíðliga í næstu viku

Bæði í Vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum verður tí mett, at lógaruppskotini, sum eru grundarlag undir hjálparpakka-3, í fyrsta lagi verða løgd fram í løgtinginum tíðliga í næstu viku.

Um løgtingið vil tað, so kunnu frávik gerast frá tíðarfreistunum í løgtinginum, so hjálparpakkin kann avgreiðast skjótt.

Hjálparpakki 3 er fyrst og fremst ætlaður ferðavinnufyritøkum, men fevnir eisini um mentan og list, har tað skal bera til at søkja um endurgjald fyri staðfestar, mistar útreiðslur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688