Búskapurin í Týsklandi verri raktur enn hildið

bannari
Búskapurin í Týsklandi verri raktur enn hildið
Koronakreppan fer at raka týska búskapin meinari enn higartil hildið, meta búskaparfrøðingar hjá stjórnini
Stjórnin hjá Angelu Merkel hevur samtykt at lata 130 milliardir evrur til vinnulívið í landinum
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
05.06.2020 - 09:14

Tað vísir seinasta metingin hjá búskaparserfrøðingum hjá týsku stjórnini. Teir meta nú, at afturgongdin í búskapinum verður millum seks og sjey prosent í ár.

Tað er munandi verri enn fyrr mett. Í mars kom ein meting, og hon segði, at búskapurin fór at hava eina afturgongd uppá 5,4 prosent í ár.

– Týskland var stongt longri enn vit roknaðu við, uttanríkishandilin hevur verið trekari enn roknað varð við, og viðurskiftini mótvegis USA hava gingið seinni enn vit væntaðu.

Tað sigur formaðurin fyri búskaparserfrøðingarnar, Lars Feld. Týska stjórnin samtykti í fyrradagin ein hjálparpakka uppá 130 milliardir evrur, sum skulu nýtast til at fáa gongd á aftur týska vinnulívið, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527