Maskur í flogfarinum og til fótbóltsdystir

bannari
Maskur í flogfarinum og til fótbóltsdystir
Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, mælir til at føroyingar brúka maskur í flogførum og til fótbóltsdystir.
Pál Weihe avmyndaður uttanfyri Kringvarp Føroya
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.06.2020 - 12:54

Føroyingar eiga at brúkt masku, tá ið teir ferðast í flúgvara ella fara til fótbóltsdystir.

Tað sigur Pál Weihe, professari í fólkaheilsu. 

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur broytt sítt tilmæli og mælir nú til, at fólk brúka masku í almenna rúminum. 

Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Pál Weihe her:

1376482

WHO broytt tilmælið
Fólk skulu nú ganga við masku í almenna rúminum, fyri at umganga smittubreiðslu av korona. 

Soleiðis ljóðar nýggja, og broytta, tilmælið frá Heimsheilsustovninum, WHO.  

Heimsheilsustovnurin hevur áður sagt, at tað ikki finnast nóg góð prógv fyri, at maskur avmarka smittubreiðsluna. 

Men nú er tilmælið broytt. 

WHO sigur nú, at maskurnar eru ein verja móti, at smittan breiður seg við dropum av spýtti. 

Tað er serliga á støðum, har tað er torført at halda frástøðu, at WHO mælir til at brúka masku. 

WHO mælir tó til, at fólk ikki brúka somu maskur, sum verða brúktar innan sjúkrahúsgátt, fyri at umganga, at trot verður á hesum maskum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809