Verkætlan um Fámjinstunnil skal gerast liðug

Verkætlan um Fámjinstunnil skal gerast liðug
Biðið er um tríggjar milliónir kr. í eykajáttan til arbeiðið
Gongst sum ætlað, verður nýggi hvalbiartunnilin skotin ígjøgnum á ólavsøku. Fleiri politikarar mæla nú til, at hildið verður fram at bora til Fámjins
 
11.06.2020 - 10:03

Fámjinstunnilin er nú komin inn um aftur í fíggjarpolitikkinum hjá landinum.

Ikki ein króna er í fíggjarlógini fyri 2020.

Men í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í løgtingið í gjár, eru tríggjar milliónir krónur til at gera verkætlanina klára at bjóða út.

Ein ráðgevi skal gera tað, sum eftir er av verkætlanini, ella projektera rest, sum tað stendur í lógaruppskotinum, gera tekningar og rokna nøgdir. Hetta tekur hálvt ár gera, stendur í uppskotinum um eykajáttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961