Ikki fastir kommunulæknar til størvini

Ikki fastir kommunulæknar til størvini
Útlit eru ikki fyri, at fastir læknar vera til leysu kommunulæknastørvini komandi árini, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
 
06.07.2020 - 09:26

34 kommunulæknaviðtalur eru í Føroyum, 26 hava kommunulækna í føstum starvi. Avloysarar manna hinar átta kommunulæknaviðtalurnar. Og soleiðis verður eisini komandi árini.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur í einum svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, at tá hugsað verður um aldurin hjá kommunulæknunum og hvussu nógvir læknar verða úbúnir næstu trý árini, eru ikki útlit fyri, at fastir læknar vera til leysu størvini komandi árini.

29 higartil útbúgvin í Føroyum

Í løtuni eru 16 fólk í turnusskipanini, sum nú eitur Den kliniske basisuddannelse (KBU). Hetta eru læknalesandi, sum hava hava lokið kandidatprógv í læknafrøði. 

Átta læknar eru í introstørvum í ymsum sergreinum. Eitt introstarv er eitt starv, har læknin roynir at finna útav, hvørja sergrein hann skal velja, tá hann skal søkja høvuðsútbúgvingarstarv. 

Og tíggju læknar eru í høvuðsútbúgving sum kommunulækni. 29 kommunulæknar eru higartil útbúnir í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717