Ófiskaðar menningarkvotur fluttar til í ár

Ófiskaðar menningarkvotur fluttar til í ár
Menningarkvotur, sum ikki blivu fiskaðar í 2018 og 2019, kunnu fiskast í ár
Uppsjóvarfiskiskapur.
 
12.07.2020 - 14:20

Menningarkvotur, sum ikki blivu fiskaðar í 2018 og 2019, kunnu fiskast í ár.

Ein kunngerð er á veg, sum sigur, at 21.700 tons av svartkjafti, 2.600 tons av norðhavssild og 810 tons av makreli verða flutt til ár.

Tey, sum í 2018 fingu menningarkvotur í fýra ár, fáa hendan fiskin at býta í einum lutfalli, sum svarar til tað, sum ikki varð fiskað í 2018 ella 2019.

Tey, sum fiskaðu alla sína menningarkvotu ella meira enn tað í 2018 og 2019, fáa ikki lut í kvotunum, sum nú verða fluttar til í ár

Fiskurin kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum. 

Sildin kann eisini fiskast í íslendskum sjógvi. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213